Bretska stjórnin hevur fingið heimild at fara undir samráðingar við ES um at strika limaskapin í felagsskapinum. Tað skrivar millum annað BBC á heimasíðu sínari.
Tað hendi í gjárkvøldið tá bretska undirhúsið atkvøddi um málið. 498 atkvøddu fyri og 114 ímóti. Bretska fólkið valdi í fólkaatkvøðu í fjør, at Bretland skuldi fara úr ES, men seinni staðfesti hægstirættur, at áðrenn úrtøkan kundi byrja, skuldu tinglimir eisini atkvøða fyri tí. Orsøkin var, at tað var ein somikið grundleggjandi broyting fyri bretska samfelagið at fara úr ES, at tingið skuldi atkvøða tað ígjøgnum.
Nú er alt so komið uppá pláss tí viðvíkjandi.
Nú hevur stjórnin so kunngjørt eina frágreiðing, har tey siga hvussu leiðin úr ES sær út.
Millum annað ætlar Bretland at fara úr felagsmarknaðinum og samráða seg til eina fríhandilsavtalu við ES. Innflyting skal eisini tálmast, har størri dentur verður lagdur á tørvin á arbeiðsmarknaðinum tá innfarar- og uppihaldsloyvir verða givin. Eisini ætlar Bretland at fara úr rættardøminum hjá European Court of Justice og í staðin gera sín egna dómstól at loysa millum annað handilstrætur.