Morgunin eftir seinasta løgtingsval gekk tað spakuliga upp fyri fólki, hvat veruliga var hent: at løgtingið næstu fýra árini fór at verða mannað við 29 monnum og trimum kvinnum, og at hetta var vánaligasta kvinnuvalið í nýggjari tíð. Og bert fáar dagar seinni fekk modernaða føroyska kvinnurørslan mønustingin, tá Føroya Landsstýrið við eitt gjørdist Føroya Mannstýrið.
Nógvar kvinnur vóru í at velja seinasta løgtingsval, men tær fingu ikki sess. Og tað, sum higartil hevði verið ein roynd at fáa kvinnur at stilla upp, vísti seg nú at vera ein spurningur um at fáa veljaran at seta krossin við eina kvinnu.
Er vallógin rættvís
Natúrliga tá komið var um fyrsta skelkin, komu eftirmetingarnar, høvuðbrýggið og ákærurnar, og spurt varð: Hvat hendi, og hvat gera vit fyri at fáa kvinnurnar valdar? Og hvussu ber tað til, at vallógin er soleiðis, at hóast kvinnurnar fingu 20 prosent av atkvøðunum, fingu tær bert 9 prosent av sessunum? Er tað rættvíst? Og er tað rættvíst, at flokkurin, sum fekk triðflestar atkvøður, fekk flest umboð á tingið? Og er tað rættvíst, at sandingar eru nærum ókeypis, meðan havnarfólk nærum ikki eru til at lirka upp um tinggátt. Hví skulu vit taka landafrøðilig atlit og ikki kynspolitisk atlit? Hví er tað meira órættvíst at forfordeila sandingar ella vágafólk, enn tað er at forfordeila konufólk? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum Heidi Petersen, løgtingskvinna tók upp í tinginum, í sambandi við orðaskiftið um nýggja vallóg.
Somu spurningar vóru uppi at venda hóskvøldið í síðstu viku, tá ein bólkur av kvinnum bjóðaðu til almennan fund á háskúlanum, undir heitinum: Kvinnur í politikki
Demokratiskur skeivleiki
Á fundinum hugleiddu Beinta í Jákupsstovu, Bjørg Jacobsen og Petur Zacariassen um nýggju vallógina og kvinnuumboðan, og aftaná var orðaskifti.
Tað var skjótt sligið fast, at lága kvinnuumboðanin er mest átrokandi og grundleggjandi demokratiski trupulleikin í Føroyum í løtuni, og at tað samstundis, í roynd og veru, er eitt orðaskifti um demokrati, sum okkum tørvar. Eitt orðaskifti, har stungið verður út í kortið, hvør á bestan hátt umboðar føroyingin í umboðandi demokratinum. Í løtuni er støðan tann, at tað eru miðaldrandi til gamlir harrar, sum hava ráð til at reka eitt dýrt valstríð, sum verða valdir. Hini ung, kvinnur og fólk, sum ikki hava ráð til at reka eina kostnaðarmikla lýsingaherferð, hava ongan møguleika at verða vald. Og vit spyrja: Er hetta umboðandi demokrati? Hetta - samstundis sum onnur lond banna valevnum at fíggja egið valstríð. Hetta - samstundis sum tað í øðrum londum er óhugsandi at manna eina einastu nevnd, ella enn minni eina heila stjórn, við ongari kvinnu. Og hetta - samstundis sum flokkarnir í øðrum londum brúka pening, vitan, organisatión, fólk og høli til at fjálga um komandi ungu og/ ella kvinnuligu ættarlið av politikarum.
Men at okkara politiska land liggur sum tað ger í løtuni, hevur nógvar orsøkir, og eru tær millum annað at finna í valskipanini, flokkunum og ikki minst í mentanini og hugburðinum til kvinnur í politikki. Og so ikki minst, at vit í mong ár onga kvinnuliga fyrimyndir hava havt, sum veruliga kundu vísa, at tað ber til at vera kvinna og politikari í senn.
Flokkarnir og valskipanin
Beinta í Jákupsstovu førdi fram, at flokkarnir mugu taka størri ábyrgd av uppstilling og valstríði. Í løtuni er valskipanin soleiðis, at tey valdu eru eldri harrar úr øllum valdømum, sum hava sitið í mong ár. Orsøkirnar til hesa støðu eru ymiskar, men ein sannroynd er tað, at so leingi flokkarnir ikki raðfesta vallistarnir, so verður tað tann traditionelt dominerandi, sum hevur størstan møguleika at verða valdur.
Á fundinum á háskúlanum var semja um, at flokkarnir í alt ov stóran mun sleppa at dusa sær í verandi støðu, og at tað er ómetaliga torført at sannføra teir um, at tað er teirra uppgáva og ábyrgd at fáa kvinnurnar valdar. Flokkarnir áttu eisini at skotið borgmeistaraevni/løgmannsevni upp og hetta kundi eisini verið eitt konufólk. Ella at raðfest valevnislistan, so annaðhvørt umboð er ein kvinna, so flokkurin, longu undan valinum, ger av, hvør best umboðar sjónarmið floksins. Ella at tað altíð er politiskt ókorrekt at seta nevndir, manna landsstýri ella at gera valevnislistar, har kynsbýtið er ójavnt. Í roynd og veru er tað ein spurningur um at lata vald frá sær, og tað hava valdsharrarnir sjálvsagt ilt við.
- Flokkarnir mugu siga, hvønn teir vilja hava fram tað er meira rættvíst, segði Beinta í Jákupsstovu og greiddi víðari frá,
- Her hevur veljarin bara ein kross. Eitt dømi um aðra skipan er til kommunuval íÍ Norra, har letur hvør veljari ein kross til listan, og so kunnu fólk krossa fleiri valevni av. Flokkarnir hava raðfest seks tey fremstu umboðini á listunum, soleiðis at krossar til teirra telja dupult. Hesi seks eru annaðhvørt konufólk og mannfólk og fremsta umboðið er ofta borgmeistarakandidaturin hjá flokkinum. Soleiðis verða listarnir mýktir, og kvinnur hava eisini møguleika av verða valdar, segði Beinta í Jákupsstovu.
Á fundinum varð eisini skotið upp, at hvør flokkur hevur tveir listar, ein mannfólka og ein konufólka, og at øll skulu seta ein kross í hvønn.
Annað, sum var havt á lofti á fundinum var hátturin kvinnur verða spurdar, tá listarnir skulu mannast. Typiskt er tað soleiðis, at mannfólkini flokkast um at koma á, og so mugu vit eisini fáa nøkur konufólk á, so tað sær betur út, tykist hugburðurin at vera. Hetta, fáar dagar áðrenn listarnir skulu vera inni. Í staðin átti eitt miðvíst arbeiði at farið fram millum valini, har flokkarnir velja og skúla valevnini, og annars fyrireika tey uppá eitt, mangan tógvi, valstríð.
Ov nógv og ov smá valdømi
Tá vit hava so nógv smá valdømi, verður sum oftast bert eitt umboð valt fyri flokkin í hvørjum valdømi, og er tað aftur her mest sannlíkt, at tann traditionelt dominerandi (eldri harrin, sum hevur sitið leingi), verður valdur. Væntast kann, at verður landið eitt valdømi, eru størri sannlíkindi fyri, at fleiri kvinnur verða valdar.
- Í dag hava vit so smá valdømi, at hvør flokkur einans fær eitt umboð inn í hvørjum valdømi. Og tá eru tað teir etableraðu menninir, sum enda ovast á listunum. Í Suðurstreymoy fáa flokkarnir hinvegin fleiri sessir, og har vísir tað seg eisini, at kvinnurnar sleppa upp í part, vísti Heidi Petersen á.
Hækkað tingmannatal
Ein faktorur, sum eisini ger seg galdandi, er talið av tinglimum. Um talið var hægri, so var eisini meiri sannlíkt, at lutfalsliga fleiri kvinnur vórðu valdar. Sum nú er, eru tað bert teir somu 32 sessirnir, sum skulu mannast hvørja ferð, og kanningar vísa, at tá fólk fyrst hava fingið fótin innum, eru tey ómetaliga torfør at troðka út aftur ikki minst hjá einum óroyndum konufólki. Á fundinum var millum annað skotið upp, at hækkað talið av sessum, til dømis til tað dupulta og at broyta vallógina soleiðis, at helmingurin av tinglimunum skulu vera kvinnur. Hetta út frá teirri sannføring, at helmingurin av fólkinum eru kvinnur, og tí skal eisini helmingurin av teimum ráðandi vera kvinnur. Í hesum sambandi verður ofta sagt, at kvinnurnar fyrst skulu prógva, at tær eru egnaðar, og ikki bara veljast, tí tær eru kvinnur. Til hetta kundi verið sagt, at sum er, hava vit eina maskulina ímynd av, hvat er ein góður politikari, og at kvinnuligir politikarar eru ikki menn, men júst kvinnur og politikarar. Hetta ger tær ikki minni egnaðar, men øðrvísi politikarar. Og tær eru og vera helmingurin av fólkinum.
Fyrimyndir og kvinnulistar
Í Íslandi og Norra hevur kvinnurørslan í mong ár arbeitt miðvíst fyri at gera fólk tilvitandi um leiklutin hjá kvinnum. Í hesum grannatjóðum vára, hava kvinnurnar havt tvær miklar fyrimyndir, Vígdis og Gro, og hevur hetta avgjørt eisini havt týdning fyri, at aðrar kvinnur við áhuga fyri politikki, hava fingið dirvi til at bjóða seg fram. Hetta samstundis sum áhaldandi herferðir hava hildið lív í kvinnusakini. Annað, sum hevur verið vanligt í hesum londum upp gjøgnum 70 og 80ini, vóru reinir kvinnulistar, sum óbeinleiðis gjørdu, at hinir flokkarnir gjørdu meira fyri at fáa kvinnur á listarnar og valdar. Teir gjørdust snøgt sagt bebbaræddir fyri kvinnunum, og kenna vit ikki eisini hetta úr Føroyum? Eitt nú undan seinasta býráðsvalið, tá tað ljóðaði, at ein kvinnulisti fór at vera stillaður upp. Tá kann vera at flokkarnir fingu úr at gera at fáa kvinnur uppá, og sæst hetta ikki minst aftur í kynssamansetingini í Tórshavnar Býráð nú. So, hóast okkum kanska ikki líkar kvinnulistar, kunnu teir kanska vera við til at seta gongd á hinar flokkarnar.
Stuðulsbólkar
Vit kvinnur í altinginum hittast heima hjá hvørjari aðrari á hvørjum ári. Tvørtur um floksmørk práta vit, eta, drekka vín og dansa.
Soleiðis sigur Siv Friðleifsdottir, altingskvinna og fyrrverandi ráðharri í umhvørvismálum og javnstøðumálum, og váttar hetta eisini nakað av tí, sum prátað varð um á fundinum á háskúlanum. Nevniliga týdningurin av persónligum stuðli, tá kvinnur stilla upp. Hetta er kent fyribrigdi í nógvum flokkum, og minnast vit tað frá tá Marita Petersen, sála, stillaði upp á sinnið. Hon hevði ein góðan bólk av kvinnum, sum stuðlaðu henni. Tær hittust eina ferð um vikuna, løgdu til rættis og prátaðu um valið, sum stóð fyri framman. Eisini aftaná valið hildu tær fram at hittast.
Á fundinum greiddi Bjørg Jacobsen frá um kanning, sum hon hevur gjørt av valunum í 90unum, í ávikavist Vestmanna og Tvøroyri. Á báðum støðum vóru kvinnur uppstillaðar, men eydnaðist tað bert Vestmanna at fáa kvinnur valdar. Hetta komst av, at baklandið var støðugt, hugnaligt og sterkt, og at kvinnurnar sum vóru aftanfyri tjaldið, dugdu at skipa fyri og at stuðla valevnunum. Á Tvøroyri harafturímóti vóru aðrar mekanismur galdandi, og var tað ógjørligt at savna ein stuðulsbólk. Har varð eingin kvinna vald.
Herferðir
Eitt sum varð nevnt á fundinum, og sum vit kanska hava gjørt ov lítið burturúr her í landinum, eru málrættaðar herferðir, sum skulu vera við til at broyta aldagamla hugburðin hjá føroyingum, um at kvinnur skulu helst tiga. Í Íslandi, har tey hava drúgvar royndir við kvinnum í politikki, skipaðu tey fyri nøkrum árum síðani fyri eini skemtiligari og rámandi lýsingaherferð, og vóru tað millum annað formenninir í flokkunum og altingslimir, sum stóðu á odda fyri herferðini. Hon hepnaðist so væl, at talið av kvinnum hækkaði munandi aftaná. Siv Friðleifsdóttir sigur:
- Á altingsvalinum í 2003 lækkaði talið av kvinnum við 5 prosentum. Hetta var ein skelkur fyri okkum. Men undan valinum høvdu vit onga herferð um, hvussu týdningarmikið tað er við fleiri kvinnum. Tá lærdu vit, at vit mugu alla tíðina vera á varðhaldi og stríðast fyri at fáa kvinnur valdar. Um vit láta sum einki, kemur tað okkum aftur um brekku..!
So hóast 8. mars átti at verið ein hátíðardagur, hava vit ikki nógv at hátíðarhalda, tá umræður føroyskar kvinnur í politikki. Vónandi fer pallborðsfundurin í Sjónleikarhúsinum at seta hol á eitt nýtt tíðarskeið í føroyskari kvinnusøgu.. Nú kann kurvan bara ganga ein veg upp.










