Løgtingið hevur nú valt ta serligu nevndina, sum skal arbeiða víðari við ætlanini at gera eina føroyska stjórnarskipan.
Teir fýra stóru flokkarnir hava tvey umboð í part í nevndini og teir smáu flokkarnir hava hvør sín lim.
Nevndin, sum nú skal føra arbeiðið á mál, er mannað soleiðis:
Jørgen Niclasen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir. Varalimur hjá teimum er Joen Magnus Rasmussen.
Fyri Sambandsflokkin eru tað Bárður á Steig Nielsen og Edmund Joensen, sum sita í nendini og varalimur hjá teimum er Kaj Leo Holm Johannesen.
Fyri Javnaðarflokkin eru Kristianna Winther Poulsen og Heðin Mortensen vald í nevndina. Varalimur hjá teimum er Helena Dam á Neystabø.
Fyri Tjóðveldi eru tað Ingolf S. Olsen og Annita á Fríðriksmørk, sum eru í nevndini og varalimur hjá teimum er Óluva Klettskarð.
Kári P. Højgaard umboðar Sjálvstýri í nevndini og varamaður hjá honum er Jógvan Skorheim og Miðflokkurin er umboðaður av.
Hanna Jensen umboðar Framsókn í nevndini og varalimur hjá henni er Ruth Vang. Og harafturat er so Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna í nevndini
Bill Justinussen umboðar Miðflokkin og varamaður hjá honum er Jenis av Rana
Nevndin skipar seg sjálv, men Heðin Mortensen er fyrst valda umboðið í nevndina fyri størsta flokkin og tað verður hansara ábyrgd at kalla saman til tann fyrsta fundin, har nevndin fær skipað seg.