Uni Arge
Hevur tú goða heilsu og tjenar nóg mikið av peningi, tørvar tær ikki hjálp frá tí almenna. Men bilar heilsan, mást tú til lækna ella á sjúkrahús, og missir tú arbeiðið, mást tú hava arbeiðsloysisstuðul ella annan peningaligan stuðul. Í norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum er hjálpin næst, tá neyðin er størst, tí soleiðis eru samfeløgini skipað. Øll fáa almenna hjálp, gerst hon neyðug, og av tí sama er skattatrýstið millum heimsins hægstu.
Skattatrýst og vælferð hanga óloysiliga saman í vælferðarsamfeløgunum, men samfeløgini broytast allatíðina. Verða færri at gjalda skatt og fleiri at forsyrgja hjá tí almenna, koma kassarnir undir trýst, og truplari verður at gjalda fyri vælferðartænasturnar. Soleiðis er støðan í NORA-londunum, Íslandi, Føroyum, Grønlandi og smáplássunum í Noregi. Vælferðarmodellið er undir trýsti, tí fólkasamsetingin skeiklast. Tørvur er tí á nýhugsan.
Á ráðstevnu hjá NORA í Reykjavík 6. og 7. november umrøddu búskaparfrøðingar, søgufrøðingar, heimspekingar, vinnulívsfólk og almennir leiðarar, hvørjar avbjóðingar londini verða noydd at viðgera í framtíðini, tá um heilsuverk og vælferðartænastur ræður. Í øllum londunum er sama gongd. Samfeløgini bløða ungfólk, og tey eldru fjølgast. At avtaka vælferðarmodellið kemur ikki upp á tal, men at tað má effektiviserast, var ongin ivi um.
Hjálpa sær sjálvum
Hetta fer at krevja, at politikarar mugu sleppa vanahugsanum og seta í verk nýggjar loysnir, ið gera almennu sektorarnar bíligari at reka. Longu nú verður hetta gjørt í Føroyum, nevndi Petra Jónsdóttir Joensen, stjóri í Almannaverkinum. Hon upplýsti, at eitt paradigmuskifti fer fram í Føroyum í løtuni. Stórir stovnar verða lagdir saman, fólk skulu hava meria hjálp til sjálvhjálp, og strembað verður eftir, at fólk verða heima so leingi sum gjørligt.
Tann vinstravendi lesarin fer kanska her í baklás og hugsar, at soleiðis er karráur høgrapolitikkur. Eisini hetta varð tosað púra opið um á ráðstevnuni. Ongir politikarar vóru har, so nakað hugsjónarligt eljustríð tók seg ikki upp, men at talan kann gerast um eitt stríð millum høgra og vinstra, tá tað almenna skal effektiviserast, er upplagt. Spurningurin er kortini, um trupulleikin ikki er nógv djúpri og álvarsligari enn so. Orka vit ikki at gjalda, tí vit onki broyta, hokna samfeløgini bara.
Í Grønlandi er spurningurin um at veita borgarum vælferðartænastur nógv øðrvísi enn í t.d. Føroyum. Á heimsins størstu oyggj búgva 56.000 fólk, harav 8.600 búgva í smáum bygdasamfeløgum. Vegir eru ongir til hesi pláss, so neyðugt er at flúgva ella sigla. Eyðsýnt er, at trupult er at fáa fólk at støðast á smáplássunum, og spurningurin er eisini, um tað almenna yvirhøvur skal átaka sær at veita fólki somu tænastur í smábygdum sum í býunum.
Henrik Leth, formaður í felagnum Polar Seafood Group, var ógvuliga ósemtimentalur, tá hann umrøddi hesar spurningar. Tey 75 búplássini í Grønlandi kunnu ikki vænta sær eins tænastur, tí alt ov trupult er at veita tænasturnar. Nógv praktiskari hevði verið at stuðlað fólki at flutt av smæstu plássunum inn í býirnar, so lættari gjørdist at veita neyðugu tænasturnar. Hann helt, at smábygdir hoyra fortíðini til og forða fyri vælferðini hjá fólki.
Hesin spurningur er eisini viðkomandi í Føroyum. Kann eitt eldri fólk í Svínoy vænta sær somu sjúkratænastu sum eitt eldri fólk í Havn, har allur fakkunnleikin er á staðnum? Semja tóktist vera um, at á smáplássum kunnu fólk ikki vænta sær somu tænastu, men eitt slag av minimumstænastu. Áhugavert var, at ein spurnarkanning millum ráðstevnufólkið vísti, at argumentið um, at fólk mugu flyta á stórpláss fyri at fáa nøktandi tænastur, fekk góða undirtøku.
Skattur og pínumark
Í NORA-samstarvinum er eisini Norðurnoregi, har 470.000 fólk búgva. Leif Erik Nohr, sum umboðaði fyritøku, ið mennir telemedisinskar loysnir til heilsuverkið, vísti á, at umstøðurnar í Norðurnoregi eru eisini avbjóðandi, tí annaðhvørt búgva fólk í fjøllunum ella við strendurnar. Trot er á læknum í økinum, og trupult er eisini at draga onnur starvsfólk hagar. Heilsustøðan er góð, men neyðugt er at hugsa øðrvísi og eitt nú lata vera við at byggja sjúkrahús á hvørjum tanga.
Leif Erik Nohr upplýsti, at hansara fyritøka hevur ment fleiri loysnir innan telemedisin og internettænastur, sum hava til endamáls at fáa fólk av sjúkrahúsum, so tey heldur kunnu fáa hjálp til viðgerð í heiminum. Teledialysa riggar væl, vísti hann á, og sjúklingarnir fegnast um tænastuna, men læknarnir fegnast ikki. Missa læknarnir vald? Halda teir seg ikki kunna viðgera sjúklingar á nøktandi hátt umvegis videoskíggjar? Hann visti hetta ikki. Nýggjar loysnir skapa ið hvussu er nýggjar tvístøður, men tær rigga.
Fleiri fyrilestrarhaldarar hugleiddu um, hvat vælferðarsamfelagið í grundini er fyri ein skipan. Ein teirra vísti á, at modellið er ein skipan, sum skal sleppa øllum borgarum undan váða. Fyri skattin, vit gjalda, fáa vit røkt og stuðul, og eru tænasturnar nøktandi, góðtaka vit tann skattin, vit gjalda, men eitt pínumark er altíð, og verður skatturin ov høgur samanborið við dygdina av tænastunum, mótmæla vit. Tá kemur vælferðarmodellið undir trýst.
Ísland hevur verið hart rakt av fíggjarkreppuni síðan 2008. Har hevvur verið neyðugt at seta í verk skerjingar hjá tí almenna, men íslendingar ætla ikki at avtaka ta mangan hámettu norðurlendsku vælferðarskipanina. Tvørturímóti ætla teir sær at varðveita hana, tí hon hevur undir kreppuni prógvað sítt virði og fingið vaksandi undirtøku. Eisini íslendingar eru tó greiðir yvir, at byrðan kann gerast ov tung, um tað almenna bara veksur, og skatturin skal fíggja alt gildið.
Tóroddur Bjarnason, professari á lærda háskúlanum á Akuroyri, nevndi, at borgarar millum 0 og 20 ár fáa pengar frá tí almenna, og tað gera í flestu førum eisini borgarar millum 60 og 100 ár. Tey, sum lata tí almenna pengar umvegis skattin, eru fólk millum 20 og 60 ár. Hesi eru tey, sum lyfta byrðuna í vælferðarsamfelagnum. Í hesum bólkinum er meðalstættin, sum hvørki er í stórum vanda ella ovurrík, men arbeiðir miðvíst fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Góðtekur meðalstættin skattatrýstið, hongur vælferðarmodellið saman. Góðtekur hon tað ikki, kemur savningarmegin í samfelagnum undir trýst. Beinta í Jákupsstovu, professari í samfelagsvísindum, nevndi, at skattapolitikkurin í Føroyum hevur við sær, at ríkidømið hjá teimum hægstløntu veksur. Spurningurin er so, um næsta stig verður, at vælferðartænasturnar verða skerdar, tí almenni sektorurin skal minka. Hvør syrgir tá fyri fealgs tryggleikanum, verður so spurningurin.
Sjálvboðin og familjur
Betty-Ann Bryce, amerikanskur serfrøðingur hjá OECD, greiddi frá, at nógvastaðni kring heimin er høvuðstrupulleikin, at fólkasamansetingin skeiklast, serliga tí ungfólk flyta. Hon var í mangar mátar hugtikin av vælferðarsamfeløgunum í Norðurlondum, men segði seg framvegis royna at fata, hvussu tað ber til, at fólk góðtaka eitt vælferðarmodell við so høgum skatti. “I’m still trying to understand the welfare state,” segði hon við einum smíli.
Kortini dugdi hon væl at síggja, at í norðurlondum verða vælferðartænasturnar fataðar sum grundleggjandi rættindi. Vit gjalda okkara skatt og vænta so, at vit eru nøkulunda trygg. So væl eru tey ikki fyri í Kina. Har hava 312 milliónir fólk ikki so frægt sum atgongd til reint vatn, og saniteru viðurskiftini eru nógvstaðni út av lagi vánalig. Vit hava tað tí gott í útnorði, men vælferðartænasturnar mugu effektiviserast, um byrðan verður ov tung, og tí má hugsast út um gomlu skipanina fyri at skapa nýggjar loysnir inni í henni, segði Betty-Ann Bryce.
Ein loysn kann vera, at loysnir verða funnar, har privat fara at veita ein part av teirri hjálp, sum tað almenna higartil hevur átikið sær. Í Bodø í Noregi er talið á sjálvbodnum, sum eru við í hjálpararbeiði, stútt vaksandi. Fólk siga síni borgarligu størv upp fyri heldur at fara til verka at hjalpa fólki í sjálvhjálparfelagsskapum. Talan er um fólk við sterkum sosialum medviti, sum spyrja, hvat tey kunnu geva, áðrenn tey spyrja, hvat tey kunnu fáa.
Leikluturin hjá familjuni varð eisini nógv umrøddur. Familjan hevur stóran týdning í suðurlondum og kanska minni týdning norðanfyri. Hvussu við røktini heima, tá fólk hava brúk fyri hjálp? Skal tað almenna gera alt, ella skal familjan gera ein part? Skapar vælferðarsamfelagið, har tað almenna tekur sær av tí mesta, eitt hjartaleyst samfelag, har familjur ikki longur tíma at taka sær av sínum næstu? Ella skulu vit lutvíst fara aftur til tað gamla, har familjan var hornasteinurin undir tryggleikanum hjá tí einstaka?
Fólk mugu arbeiða
Neyðugt verður undir øllum umstøðum at hugsa nýtt, um færri verða at gjalda skatt, og fleiri verða at forsyrgja. Skal skattur fáast í kassarnar, má eisini skapast vinnulig framgongd, so fólk hava nakað at gera. Ynskið um ein góðan vælferðarstat krevur haraftrat, at samfeløgini hava ein virknan arbeiðsmarknaðarpolitikk, so fólk ikki bara gera sær dælt av almennari hjálp, men fara til verka, um tey annars kunnu. Onki er so ómotiverandi fyri tey, sum skapa virðini, at summi nokta at arbeiða, tí teimum ikki nýtist at arbeiða.
Ewa Persson Gøransen, stjóri á Norðurlendska Vælferðarsentrinum í Svøríki, helt, at bæði til høgru og vinstru í politikki er semja um, at vælferðarmodellið skal varðveitast á ein ella annan hátt. Men ofta føra borgarligir politikarar fram, at nógvar tænastur verða betri, um tær verða privatiseraðar. Hetta hevur bara ikki víst seg at vera serliga rætt, segði hon. Sjúkrahús og røktarheim eru privatiserað í Svøríki, men tænasturnar eru langt frá altíð vorðnar betri, so hví ikki bara hava tær almennar, spurdi hon.
Kanska kostar hetta nógv, og skattatrýstið verður verandi høgt, men vælferðarsamfelagið er soleiðis skrúvað saman, segði hon, at tað tryggjar børnum ein tryggan uppvøkstur, gevur eldri ein nøkulunda tryggan aldurdóm og veitir veikum eitt virðiligt lív. Um fólk inniliga vilja hava hendan tryggleikan, og tænasturnar eru nøktandi, góðtaka fólk at gjalda høgan skatt. Effektiviseringar mugu tó fremjast, serliga har færri fólk verða í arbeiðsførum aldri, og tey eldru gerast alsamt fleiri – sum t.d. í Føroyum.