Nýhugsan úr føroyskari ull

- Tað er upplagt at brúka føroysku ullina. Harða kappingin ger, at vit mugu gera nýggj og spennandi klæði alla tíðina, sigur Anna Mortensen, annar ánarin av nýggja handlinum Pau í Havn

 

KLÆÐI

Seinasta leygardag læt nýggi handilin Pau upp í Dr. Jakobsensgøtu í Havn. Tað eru tær báðar Anna Mortensen av Tvøroyri og Dania Danielsen úr Havn, sum eiga og reka handilin. Báðar eru tær útbúnar á handarbeiðsskúla í Danmark, og tað er haðani hugskotið at virka klæði úr føroyskari ull er sprottið. Fyri trimum árum síðani byrjaðu tær so smátt, fyrst í Danmark, men síðani tær eru fluttar heim aftur, er gongd veruliga komin í framleiðsluna. Í eina tíð hava vørur teirra verið seldar í handlinum hjá Suðuroyar Ullarvirki á Áarvegnum í Havn.

- Vit hava alla tíðina ætlað at stovna egnan handil. Tað er eitt stórt lop at lata handil upp, men vit trúgva uppá, at tað ber til, sigur Anna Mortensen.

Klæðini, Pau framleiðir, eru fjølbroytt. Frakkar, jakkar, troyggjur, húgvur, blusur, niðurdeilar, kjólar og annað. Yvirklæðini verða framleidd úr samfingnari ull frá Suðuroyar Ullarvirki og Snælduni. Til onnur pløgg verður nappað ull frá Snælduni brúkt.

- Vit leggja okkum eftir at gera design, sum hóskar til tíðina, bæði modernað, ótradisjónell og klassisk, og bæði til børn, ung og eldri. Klassisku klæðini halda vit fast við eina tíð, summi fella frá skjótari enn onnur, men eg rokni ikki við, at vit koma við nýggjari kolleksjón tvær ferðir um árið. Tað hava vit ikki orku til. Tí koma nýggj klæði so við og við, sigur Anna Mortensen.

Anna Mortensen býr og arbeiðir á Tvøroyri. Hon hevur verkstað heima, har fólk eisini kunnu koma at keypa. Tá ið Anna og Dania búðu í Danmark, seldu tær pløgg í Keypmannahavn og Svøríki. Tær hava í umbúna at selja pløgg uttanlands aftur, í Noregi, Svøríki og Danmark.

- Vit royna at hava prísin so lágan sum til ber, soleiðis, at ung fólk eisini kunnu keypa.

Kappingin um at bjóða seg fram við klædnavørum úr føroyskari ull er hørð.

- Tað er upplagt at brúka føroysku ullina. Fólk høvdu ivaleyst tímað betur at selt ullina, um tey fingu meiri fyri hana. Málið má vera, at øll ullin verður brúkt. Síðani vit byrjaðu, eru fleiri farin at bjóða seg fram við vørum úr ull, og tað er bara gleðiligt. Tess størri er avbjóðingin til okkum. Kappingin ger, at vit mugu gera nýggj, spennandi klæði alla tíðina, og tað setur stór krøv til okkum, sigur Anna Mortensen.

Møguliga fara Anna og Dania at tilevna pløgg úr øðrum tilfari enn ull í framtíðini. Tær umhugsa at brúka skinn og annað tilfar eisini, og gongst sum tær ætla, fer ein seymistova í Sandvík at seyma pløggini fyri Pau.