Í sambandi við 70 ára føðingardagin hevur Tryggingarfelagið Føroyar givið øllum føroyingum eina stórfingna gávu. Tað er ein gáva, sum tryggjar eina av okkara allarfremstu mentanardýrgripum, nevniliga tað fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum hongur í kirkjuni í Fámjin.
Í hesum sambandi hevur Tryggingin útvega eitt serligt glasskáp, sum er bæði eldfast og sum tryggjar Merkið móti stuldri.
Gávan varð handað á hátíðarløtu í kirkjuni seinnapartin í dag.
Skápið tryggjar flaggið ímóti eldi í tveir tímar og tað serliga glasið verjir samstundis ímóti, at flaggið ferst av sólarljósi.
Skápið tryggjar eisini ímóti stuldri ? og so vigar tað 600 kilo, so tað er ikki nakað, ein bara tekur undir armin.
Bæði Kirkjuráðið í Fámjin, landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, Andras Mortensen, landsantikvarur og Jósvein Bech, sóknarprestur, fegnaðust stórliga um, at Tryggingin á henda hátt hevði hugsað um ein av okkara dýrmettastu mentanardýrgripum.
Annars hevur Merkið hingið í einum mestsum óvart í einum glasskápi í kirkjuni í Fámjin í eina hálva øld.
À myndini handar Gunnar í Liða, tryggingarstjóri, Ann-Marie Hammer, forkvinnu í kirkjuráðnum, gávuna










