Fólkafloksumboðið hevur verið nakað av tí gráasta og mest ósjónliga, føroyingar nakrantíð hava sent á fólkating, og tað hevur mesta partin av tíðini sæð út, sum var Anfinn Kallsberg bara ein av fleiri fullkomuliga anonymum tingmonnum hjá danska konservativa flokkinum.
Sigast skal so, at tjóðveldisumboðið hevur verið munandi sjónligari, uttan at tað harfyri hevur verið í serliga stóran mun sum eitt føroyskt umboð. Ferð eftir ferð hevur tú ivast í, um Høgni Hoydal var valdur í Føroyum ella í Grønlandi, tí grønlendsk áhugamál eru farin við tí nógva av tíðini.
Tað sigur seg sjálvt, at tá føroyingar skulu velja eitt umboð á fólkating, so má og skal talan vera um eitt føroyskt umboð, ið arbeiðir fyri Føroyum og føroyskum áhugamálum. Eingin orsøk er til, sum vit eisini hava sæð tað hetta valskeiðið, at flyta føroyskar ósemjur niður á fólkating, men at hava eitt virkið og dugandi umboð, ið fæst við realpolitikk.
Tí er neyðugt við nýggjum fólki á fólkatingi, ið umboðar allar føroyingar og stendur fyri breiðum samstarvi. Ábyrgd fylgir við einum fólkatingssessi, og ta ábyrgd fer eitt javnaðarumboð sjálvandi at umsita samvitskufult, við at vera eitt gott sambindingarlið millum Føroyar og Danmark.
Eitt valt javnaðarumboð fer fyrst og fremst at arbeiða eftir tí politiska veruleika, sum er galdandi, so rikin verður realpolitikkur á fólkatingi vegna allar føroyingar. Talan verður hvørki um gráa ella grønlendska umboðan, men eitt gott og virðiligt føroyskt umboð, velur tú Javnaðarflokkin!