Nú hevur Smyril fingið nógv betri internet enn hann hevur havt. Leingi var tað ein stórur saknur hjá ferðafólki, at einki internet var umborð á Smyrli. Men tá ið tað so loksins kom, var tað eitt vónbrot, at tað riggaði so illa, at tað kundi næstan ikki brúkast.
Men hetta seinasta árið hevur strandfaraskip arbeitt við at bøta um internetið á Smyrli. Í hesum sambandi er fipurnet lagt um alt skipið, og nýggj, framtíðartryggjað, útgerð, er sett upp umborð.
Nýggja internetið er munandi skjótari enn tað gamla, og nú kunnu ferðafólk arbeiða á netinum, og tað er samband allan vegin av Krambatanga til Havnina – eisini vestanfyri Sandoynna, har einki internet var fyri stuttum.
Samstundis er videoútgerð sett upp í einum av fundarhølunum á Smyrli, og við nýggja internetinum ber væl til at hava videofundir á túrinum.
Higartil er nýggja netið nógv brúkt. Gerandisdagar eru vanliga upp til 100 brúkarar á netinum í senn, og um vikuskiftið liggur talið á umleið 200 brúkarum. Hægsta talið higartil er 310 brúkarar, sum hava verið á netinum ísenn.
– Tað er eitt stórt framstig, at fipurnet nú er lagt umborð á Smyril. Fipurnetið virkar væl og skjótt, og nú kunnu fólk arbeiða umborð, er brúk er fyri tí, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Hann sigur, at Føroya Tele hevur sett mastrar upp á landi og hetta er eitt ovurstórt framstig, tí nú hevur Smyril talan eitt sjónet í heimsflokki.