Altjóða kjarnorkueftirlitið váttar nú, at Norðurkorea hevur sløkt allar sínar kjarnorkureaktorar Norðurkorea hevur slept sínum ætlanum um at gerast eitt kjarnorkustórveldi og hevur sløkt øll tey fimm kjarnorkuverkini, skrivar Reuters.
Norðurkorea hevur tikið avgerðina undan fundinum, sum Norðurkorea, Suðurkorea, Kina, Japan, Russland og USA hava avtalað at halda í Beijing.
Fyri fimm mánaðum síðani kunngjørdi norðurkoreanska stýrið, at tað var sinnað at sleppa sínum kjarnorkuætlanum, um landið kundi fáa matvørur og olju afturfyri.