Nú hevur Netflix hundrað milliónir brúkarar

Amerikanska stroymingtænastan Netflix, sum nógvir føroyingar eisini brúka, fær støðugt fleiri brúkarar.


Fyri einum ári síðani hevði Netflix góðar 80 milliónir brúkarar, men sambært roknskapinum fyri fyrsta ársfjórðing roknar Netflix við at koma upp á hundrað milliónir brúkarar í hesari vikuni. Helmingurin av brúkarunum eru amerikanarar.

Netflix hevði stórt avlop í fyrsta árfjórðingi. Umsetningurin var góðar 18 milliardir krónur, og avlopið var umleið 1,2 milliard krónur. Roknað verður við minni avlopi í øðrum ársfjórðingi, tí Netflix ger framvegis stórar íløgur í nýggjar sendirøðir og filmar.