Tottenham hevur í dag boðað frá, at Son Heung-min er skaddur og verður úti í minst nakrar vikur. Á tíðindafundi undan Champions League 1/8 móti RB Leipzig í annaðkvøld, segði José Mouinho at helst er skaðin verri.
- Eg rokni ikki við honum aftur hetta kappingárið. Hetta er tann ringasta hugsandi støðan, tá tað kemur til álopsmøguleikar. At byrja við var eg stúrin um at vit ikki høvdu álopsspælarar á bonkinum. Nú eri eg stúrin um at vit ongan hava á vøllinum, sigur José Mourinho, venjari hjá Tottenham.
Harry Kane hevur verið skaddur í eina tíð og nú er Son Heung-min eisini skaddur. Eftir er 18 ára gamli Troy Parrott, sum venjarin ikki heldur er klárur til slíkar uppgávur.