Seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at vera til staðar í miðbýnum í Havn um næturnar um vikuskiftini.
Endamálið við tí er at fyribyrgja harðskapi. Royndirnar av tí hava eisini verið góðar. Men medaljan hevur eisini havt sínar vansar, tí løgreglufólk hava áður sagt okkum, at tað hevur mestsum eitt rák tikið seg upp, har drukkin fólk eru ólátað ímóti løgreglufólkum, sum eru á gøtunum um næturnar.
Í hesum sambandi kemur tað oftari og oftari fyri, at fólk rópa ókvæmisorð eftir løgregluni, rætta teimum longutong, vísa teimum berar afturpartin, pissa upp eftir løgreglubilum, ella stilla seg fyri, so at politibilurin ikki fær koyrt, ella annars blanda seg upp í arbeiðið hjá løgregluni upp á aðrar mátar.
– Tað er ikki ókent hjá okkum, at tá ið vit tosa við eitt fólk á gøtuni, ella taka onkran, blanda vinfólk seg upp í, so at vit fáa ikki útint okkara arbeiði í friði, segði Absalon Áargarð, formaður í politistafelagnum, tá ið vit tosaðu við hann um hesi viðurskifti beint fyri jól.
Og hann sigur, at nú eru tey samd um at seta eina striku í sandin og at lata tað fáa avleiðingar fyri tey, sum ikki geva løgreglufólkum náðir at útinna sítt arbeiði á gøtuni.
– Tað er ávísur atburður, vit ikki vilja góðtaka í okkara arbeiði, tí tað ger tað tórført hjá okkum at arbeiða, sigur hann.
Tískil eru tey nú miðvíst farin at geva teimum bót, sum ikki geva løgreglufólkum náðir til at útinna sítt arbeiði. Ein greiður boðskapur frá løgregluni, er, at tá ið fólk fáa eini boð frá løgregluni um at halda seg burtur, tá ið løgreglan tosar við fólki, ella tekur, skulu tey akta boðini, og halda seg burtur, annars fáa tey bót, ella verða tey tikin sjálvi.
Vanliga er bótin 600 krónur fyri gøtuófrið, og annað, men bótin kann annars vera bæði lægri og hægri, alt eftir, hvat lógarbrot, talan er um. Men bótin kann eisini hækka, gera somu fólk seg fleiri ferðir sek í lógarbrotum av hesum slagi.
Tað er eisini avtalað við ákærumyndugleikan og Føroya Rætt, at freistin at rinda bótina, er rærttiliga stutt.
– Verður bótin ikki goldin beinanvegin, verða fólk drigin fyri Føroya Rætt, tí endamálið er at revsingin skal fella, ímeðan lógarbrotið enn er feskt í minninum á teimum, sum hava framt tey.
– Samanumtikið er talan um smámál, men tað darvar kortini løgregluni og tí halda vit, at nú noyðast vit at seta eina striku í sandin fyri at tálma slíkum atburði, sigur Absalon Áargarð.










