Ólavur Ellefsen hevur nú tikið við sum stjóri í Globe Tracker. Hann tekur við eftir Jákup Lamhauge, sum hevur verið stjóri síðani 2016.
Jákup Lamhauge heldur kortini fram í felagnum, men hereftir verður hann strategistjóri við ábyrgd fyri langtíðarverkætlanum. Í leiðsluni eru annars Regin Mittún, fíggjarstjóri, Rich Meyers, rakstrarstjóri, og Don Miller, sølu- og marknaðarstjóri.
Globe Tracker framleiðir og mennir útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Kundarnir eru tey størri bingjuflutningsfeløgini, og loysnirnar hjá Globe Tracker verða brúktar at minka um matspill, at bøta um gagnnýtsluna av bingjunum, og at minka um orkunýtslu og lætta um viðlíkahald.
Í Globe Tracker starvast 45 fólk, harav 17 eru í Føroyum. Fyri stuttum er felagið flutt inn í nýggja høvuðsskrivstovu á Skálatrøð, og ætlaninar eru framhaldandi at vaksa bæði í Føroyum og uttanlands.
Ólavur Ellefsen kemur úr einum starvi sum stjóri í eldratøknifyritøkuni, Nemlia, og annars hevur hann drúgvar royndir sum íverkseti.
Hann hevur – saman við øðrum – stovnað telefelagið Kall, taraalifyritøkuna Ocean Rainforest, veitaran av lærisimuleringum Simprentis og KT-fyritøkuna, Klintra. Hann er eisini stýrisformaður á Fróðskaparsetri Føroya.
Ólavur Ellefsen hevur verið í nevndini í Globe Tracker síðani 2014, har hann eisini hevur verið nevndarformaður hesi seinastu tvey árini.
Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg og Singapore. Útgerðin verður framleidd á verksmiðjum í Danmark og í Kina.
Høvuðspartaeigarar í Globe Tracker eru tryggingarfelagið Lív, Framherji og Norðoya Íløgufelag.