Nú hevur hann 13 konur

Kongurin í Swazilandi, Mswati, er nú vorðin giftur fyri trettandu ferð. Tann seinasta brúðurin var tann bara 17 ára gamla Prindile Nikambule.

Mánadagin varð tann nýggja konan víst almenninginum, men tað vóru minni enn so øll, ið vóru líka fegin um giftuna. Kvinnufelagsskapir skipaðu fyri mótmælisgongum, tí kvinnurnar vilja vera við, at levnaður kongs er ósambæriligur við tann veruleika, at ongastaðni í heiminum eru so nógv fólk smittað við eyðkvæmi sum í Swazilandi. Sambært ST eru meiri enn 40 prosent av øllum teimum tilkomnu har smittað.

Men Mswati, kongur, vísir atfinningunum aftur. Hann sigur, at tað at hava fleiri konur er við til at sameina tjóðina.