P/F Enniberg hevur nú stevnt Føroya Landsstýri, skrivar Vágaportalurin.
Rógvi Reinert, aðalstjóri, váttar fyri VP, at Enniberg hevur stevnt Føroya Landsstýri, millum annað vegna lógina um fyrisiting av sjófeingi, sum bleiv samtykt í gjárkvøldið.
Reiðaríið metir, sambært Rógva Reinert, at júst samtykta fiskivinnulóggávan er ein ognartøka við endurgjaldsskyldu.
Mortan Johannesen er nevndarformaður í P/F Enniberg, sum rekur trolaran Enniberg. Í ár hevur Enniberg havt fiskiloyvi eftir botnfiski í norskum sjógvi, í Barentshavinum og við Svalbard, umframt at hann hevur havt loyvi at fiska eftir kongafiski í Irmingarhavinum og svartkalva í Vesturgrønlandi.
Løgtingið samtykti í gjárkvøldið uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um fyrisiting av sjófeingi. Atkvøðugreiðslan endaði 18-15. Samgongan og Bill Justinussen atkvøddu fyri uppskotinum, meðan restin av andstøðuni atkvøddi ímóti.