Nú hevur amerikanski sangskrivarin Bob Dylan umsíðir fingið Nobel heiðurslønina handaða.
Hátíðarhaldið var í Stockholm fyrr í ár, men tá møtti Dylan ikki. Nú er Bob Dylan í Svøríki og heldur konsertir, og sambært sjónvarpsstøðini SVT hevur Dylan móttikið sína Nobel heiðursløn á privatari móttøku, sum eingin óviðkomandi skuldi vita um.










