Fyri tveimum vikum síðani skifti Brandur Hendriksson úr FCK til Randers FC, sum eisini spælir í donsku Superliguni. Orsøkin var, at hann ynskti at fáa meira spælitíð.
Hóast ítróttarstjórin í Randers og aðrir við spáa um, at Brandur kann gerast ein lyklaleikari á liðnum, so hevur hann ikki fingið ein minutt á vøllinum fyrstu tríggjar dystirnar.
Ein av orsøkunum er helst tann, at Brandur ikki byrjaði at venja við Randers fyrr enn hann hevði skrivað undir, og at hann tískil hevur verið afturúr í liðvenjingini.
Útlitini fyri at hann skjótt kann fáa debut eru nú batnað, tí næstu tíðina má Randers helst klára seg uttan tveir miðvallarar, sum kappast við Brand um pláss á miðvøllinum.
Mandla Masango, 27 ára gamal miðvallari úr Suðurafrika, var ikki í hópinum ímóti AGF í gjár, av tí at hann ikki venur við fyri tíðina. Orsøkina sigur hann vera, at hann ikki trívist í Randers.
Í dystinum í gjár mátti Nicolai Poulsen, somuleiðis miðvallari, av vøllinum við skaða. Hann breyt kjálkabeinið og fekk heilaskjálvta, og má tískil hvíla í nakrar vikur.
Ilt er at meta um, nær Brandur fær fyrstu minuttirnar í Randers-troyggjuni, men greitt er, at tað nú er betri pláss fyri at hann kann sleppa at spæla á miðvøllinum.
Næsti dystur hjá Randers verður fríggjadagin kl.17.00, tá ið Hallur Hansson og teir úr AC Horsens koma á vitjan á BioNutria Park Randers.









