Nú hevði Poul Michelsen mist tolið

Vit hava víst donsku stjórnini á okkara ónøgd, tí vit vilja hava tey at taka hetta í álvara, sigur landsstýrismaðurin

Arbeiðið at yvirtaka útlendingamál á føroyskar hendur, hevur ikki gingið fyri seiði. Men nú vil Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingamálum, hava gongd á aftur.

 

Tí hevur hann ný verið á fundi við danska ráðharran í útlendingamálum, Inger Støjberg, men hon hevur vissa hann um, at tað er ikki av illvilja frá donsku stjørnini, at stígur kom í arbeiðið.

 

Men nú hava tey bæði avtalað at fáa gongd á aftur og longu í hesi vikuni fer danska stjørnin undir arbeiðið aftur.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Poul Michelsen greiða frá gongdini