Nú havi eg fingið frið

- Eg var smádrongur, tá mamma mín fyrstu ferð fortaldi mær um pápa mín, sigur sonur Ova Joensen

36 ára gamli Bo Janoschka, sum er búsitandi í Australia, hevur júst verið á vitjan í Føroyum. Hann er sonur kenda nólsoyingin Ova Joensen. Mamman er týsk.

Sosialurin hitti í morgun Bo á flogvøllinum, áðrenn hann setti kós heimaftur til Australia.

- Eg var smádrongur, tá mamma mín fyrstu ferð fortaldi mær um pápa mín. Mamma mín giftist manni, sum doyði luftfalsliga ungur í 2004. Eg hevði tað ógvuliga gott hjá mammu og fosturpápa mínum, og tí saknaði eg einki. Men, so hvørt sum eg gjørdist tilkomin, gjørdist eisini forvitni um veruliga pápa mín størri, og eg fekk alt at vita, sum mamma mín visti at siga mær, sigur Bo Janoschka.

Í VikuskiftisSosialinum kanst tú lesa alla samrøðuna við Bo Janoschka, sum greiðir frá sínari søgu og vitjanini hjá familjuni í Føroyum.