Nordin Manai sigur við Sosialin, at tað er so skjótt, at tað verður órudduligt og skitið í køkinum og í goymsluni, tá tey hava so nógv at gera í døgurðatímanum. Hann sigur eisini, at tey vóru glað, tá eftirlitið kom á vitjan.
- So kunnu vit fáa greitt at vita, hvat vit skulu gera betur. Vit stongdu matstovuna í gjár klokkan 3 og so vaskaðu vit allan dagin, so vit kunnu lata upp aftur í dag, sigur hann. Og hann ivast eisini í, um tað er av matinum har at fólkini eru vorðin sjúk, tí maturin var ikki kannaður, tí hann varð etin, tá eftirlitið kom á vitjan.
Hann upplýsir, at trý fólk arbeiða í køkinum og hann metir tað vera nóg nógv.- Í gjár hevði gentan, sum serverar sløkt fyri hitaanlegginum í buffetini, tí hon visti ikki at kontaktin skuldi vera tendrað. Hetta hevur hon nú fingið boð um, sigur Nordin Manai.