Nú hava vit fingið eitt bein inn um

Tað tók Bakkafrost nakrar fáar tímar at útvega 11 - 12 milliardir í nýggjum partapeningi - men so nógv var ikki brúk fyri

Tað gevur Bakkafrosti fleiri fyrimunir, at tey nú hava fingið fatur á einum virki í Skotlandi. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti við FM1 í gjár.

Tað vakti ans í fyrrakvøldið, tá ið Bakkafrost kunngjørdi, at tey høvdu keypt meirilutan í skotska alirisanum, The Scottish Salmon Company, SSC, og at ætlanin er at keypa alt felagið.

Til endamálið skuldi Bakkafrost útvega 4,4 milliardir og tí bjóðaðu tey partaeigarunum at seta meiri partapengar í Bakkafrost.

– Marknaðurin tók væl ímóti hesum og upp á nakrar tímar høvdu partaeigarar sett seg fyri 11-12 milliardum í nýggjum partapengum, sigur stjórin á Bakkafrosti.

Sostatt fingu partaeigararnir bara ein part av tí, teir høvdu sett seg fyri.

Samstundis hevur Bakkafrost gjørt nýggjar avtalu við fíggingarstovnarnar, sum gevur felagnum eitt nógv størri rásarrúm.

Regin á Bakka sigur, at tað er ein stórur fyrimunur fyri Bakkafrost at hava fingið fótin fastan á tí stóra bretska marknaðinum.

– Nú hava vit so fingið fótin inn um, men spurningurin er so, hvussu verður við limaskapinum hjá Bretlandi í ES.

– Tað merkir, at nú verður marknaðurin hjá Bakkafrosti fjølbroyttari enn hann hevur verið, sigur Regin Jacobsen við FM1.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Regin Jacobsen greiða frá endamálinum við at keypa SSC, og hvørja meting hann hevur um framtíðina - og hvussu tey kunnu tey beinanvegin kunnu fáa einar 100 milliónir inn aftur um árið