Seinni í dag bjóðar Fiskimálaráðið til tíðindafund um menningarkvoturnar. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, boðaði fríggjadagin frá, at menningarkvoturnar fóru at verða latnar í gjár. Men hvørki almenningurin ella tey, sum hava søkt um kvotu, fingu nakað at vita í gjár.
Men nú hava allir umsøkjararnir fingið svar. Høgni Hoydal segði við in.fo fyrr í dag, at allir umsøkjarar fóru at fáa svar samstundis, og tað hava hesi nú fingið.
Ein nevnd hevur gjørt eitt tilmæli um, hvussu menningarkvoturnar skulu útlutast, men formliga er tað landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, sum letur tær út. Nevndin var liðug við sítt arbeiðið undan ólavsøku og síðani hevur fyrisitingin gjøgnumgingið allar umsóknirnar og skrivað hvørjum einstøkum umsøkjara svar.
Eftir lógini um fyrisiting so skulu bæði tey, sum fáa kvotur og tey sum ikki fáa, hava eitt svar, sum grundgevur hví tey ikki fáa - ella fáa, menningarkvotur.
In.fo verður á tíðindafundinum - fá meira at vita her á síðuni frá klokkan 16.30 og úteftir.