Starvsfólkini í Føroya Banka hava verið á skeið og hava tikið teldukoyrikort.
Stórt hátíðarhald var á Føroya Handilsskúla mánadagin, har 80 starvsfólk í Føroya Banka í Havn fingu handað teldukoyrikort. Umframt at prógvini vórðu handað, var eisini ymiskur annar hugni á skránni, so sum tónleikur og okkurt undir tonnina.
Millum røðararnar var formaðurin í Dansk Dataforening, Soini Kaari, ið hevur ábyrgdina av teldukoyrikortunum í Danmark. Eisini stjórin á Handilsskúlanum, Ragnar Magnussen, helt røðu, eins og stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen.
Stjórarnir fingu kort
Ikki bert vanligu starvsfólkini í bankanum taldust millum skeið luttakararnar.
Eisini teir báðir stjórarnir í Føroya Banska, Jørn Astrup Hansen og Janus Petersen, hava ognað sær teldukunnleika og fingu koyrikort til teldu á samkomuni mánadagin