Partrolararnir hava í løtuni brúkiligan fiskiskap. Flestu pør eru til fiskiskap og koma inn at landa so hvørt, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa, men eru nýliga byrjaðir túr. Teir koma tí neyvan inn at landa í næstu viku. Restin av partrolarunum liggja við bryggju.
Í dag liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men teir fara út aftur, tá veðrið batnar.
Um gongdina hjá garnaskipunum vita tey á Fiskamarknaði Føroya í dag at siga, at øll trý skipini helst koma inn at landa í næstu viku, og fiskiskapurin í løtuni er brúkiligur.