Nú hava politikarar frítt spæl

Henning Jacobsen, fyrrverandi stjóri á Landsverkfrøðingsstovninum, fekk ikki starvið aftur. Hann avvísir ikki, at hann var millum umsøkjararnar, men sigur samstundis, at hann hevði ikki væntað at fingið starvið. Nú tykist, sum er frítt hjá politikarum at blaka embætisfólk út, er ein av niðurstøðum hansara

Dagfinn Olsen


Nú er greitt, at starvið sum landsverkfrøðingur er sett og at hann eitur ikki Henning Jacobsen.

Sostatt kann Henning Jacobsen nú endaliga staðfesta, at hann er fyrrverandi landsverkfrøðingur, sum hann eisini hevur verið tað, síðani hann varð loystur úr starvinum av Finnboga Arge, landsstýrismanni. Hetta hendi, tá ætlanir vóru um at leggja saman Landsverkfrøðingsstovnin og Strandferðsluna.


Væntaði sær

ikki starvið

Henning Jacobsen avvísir ikki, at hann var millum teir 7, ið søktu starvið sum landsverkfrøðingur. Men hann sigur eisini, at hann hevði ikki væntað at fingið starvið.

Henning váttar, at hetta sigur hann útfrá teirri sannføring, at tað er trupult hjá einum politikara at draga í land og ásanna mistøk, tí hetta í politiska heiminum er tekin um veikleika. Sjálvur ivast Henning Jacobsen í, um hetta er rætt.


Persónspurningur

Ert tú samdur í tí, at um landsstýrismaðurin setti teg aftur í starv, so hevði tað verið tað, ið verður rópt falitterklæring ella vesalaváttan?

? Hon hendi jú beinanvegin. Tveir stovnar skuldu leggjast saman, men hetta var eftir øllum at døma ikki hugsað ígjøgnum, so har tapti landsstýrismaðurin beinanvegin uttan størri hóvasták. Hetta hendi innanfyri teir fyrstu 14 dagarnar. Restin var bert ein persónspurningur, og tað haldi eg er ikki so áhugavert at koma nærri inn á, heldur Henning Jacobsen.


Niðurstøðan

Henning Jacobsen er komin til ta niðurstøðu, at nú hava politikarar frítt spæl.

? Tað er trupult at koma til eina niðurstøðu, men ein hevur hildið, at tænastumenn vóru nakað fast, ið skapti stabilitet. Ryggurin í umsitingini. Nakað, ið var loyalt, og flutti seg neyðugt, í mun til politisku samansetingina. Men eftir hetta letur til, at ein uttan hokus pokus kann blaka tænastumenn út, uttan at tænastuverðin sigur frá, so at tað merkist, sigur Henning Jacobsen.

? Niðurstøðan hjá verandi og komandi landsstýrismonnum má vera, at teir hava frítt at fara. Eingin hóttir teir. Dámar teimum ikki ein, so er bara at blaka út, staðfestir Henning Jacobsen.


Tað er ikki bara

Spurdur um, hvørt landsstýrismaðurin við setanini av nýggjum landsverkfrøðingi, hevur valt best umsøkjaran, sigur Henning Jacobsen, at talan er um ein mann, ið vónandi fer at rigga í starvinum, men sum í samanhanginum er óroyndur.

? Hóast væntandi royndir, kann ein vera dugnaligur. Men vit hava jú mong dømi seinnu árini, har roynt verður fyrst við einum stjóra, so tí næsta og so framvegis. Tað er jú ikki givið, at ein rakar rætt. Tí tað er jú ikki bara bara , tí tað eru mangir smálutir í slíkum starvi, sigur Henning Jacobsen, sum leggur afturat, at tað vísir seg ikki, fyrr enn ein tíð er fráliðin, hvat hepnaðist og hvat ikki hepnaðist og metingarnar um hetta kunnu vera ójavnar.


Staðið sum klettur

? Landsverkfrøðingsstovnurin hevur altíð staðið sum ein klettur, sum ikki lat seg rista, um landsstýrismenn skiftu og ringar tíðir vóru. Har var einki bøvl í fjølmiðlum og landsstýrismenn komu ikki í neyð av stovninum, sigur Henning Jacobsen.

- Um hetta verður øðrvísi í framtíðini, torir hann ikki at meta um, men hann staðfestir, at nógv er at hoyra um aðrar stovnar.

? Ein hoyrir í hvussu er nógv frá øðrum stovnum, har ein ikki kann siga tveimum fólkum upp, uttan at landsstýrismaður kemur í neyð.

- Tað sigur so mikið, sum at týðiligir munir eru. Í einum stað verður farið fram, sum ein má og skal til tíðir, meðan aðrastaðni verður bólturin bert blakaður aftur í politisku skipanina. Um tað broytist, velst um mentan og verimáta. Tað kann eisini vera, at politikarum dámar betri, at eitt sindur av rumbli er um teir, tí so koma teir oftari í fjølmiðlarnar. Spies segði, at øll reklama er góð, positiv og negativ, og kanska er nakað um tað. Júst hví ein landsstýrismaður hevur verið nevndur hvønn dag í fjølmiðlunum, hava fólk gloymt eftir 4 árum, heldur Henning Jacobsen.


Betri við umboðsmanni

Greiða niðurstøðan hjá Henningi Jacobsen er, at nú er frítt hjá politikarum at blaka embætismenn til hús, uttan at nakar sigur orð ella eið.

Men hinvegin fegnast hann um, at kanska støðan hesum viðvíkjandi fer at broytast, tá vit fáa løgtingsins umboðsmann.

? Eingin skipan er, ið tekur slíkt upp. Men nú fáa vit løgtingsins umboðsmann. Kanska fer tað at gera mun. Men sum er, finst eingin skipan, ið t.d. kann hjálpa privatfólki og ein kann ikki rokna við, at tey fara at føra sak í áravís mótvegis landsins myndugleikum, heldur Henning Jacobsen.

Hann heldur, at, slík skipan helst kann verða hent, tí so kunnu fólk leggja sína søk fyri óheftan persón ella stovn, sum kann fara víðari við hesum.

? Tá skulu fólk bert geva eina frágreiðing og ikki føra eina sak í rættinum, sigur Henning Jacobsen, sum í dag arbeiðir hjá SEV.