Fríggjadagur 8. mars verður ein søguligur dagur hjá føroyskum brigdespælarum, tí tá verður tann fyrsti bridgefestivalurin nakrantíð í Öström á Skálatrøð í Havn.
Íslendskir og danskir bridgespælarar hava tikið væl undir við Tórshavn Bridgefestival, ið byrjar fríggjadagin 8. mars klokkan 17.
Pláss er fyri 50 pørum, og tað bleiv tíðliga fult við tilmeldingum, og tað eru fyrireikararnir jaliga kløkkir av, sigur Jákup Sørensen, ið er ein av fyrireikarunum.
Bogi Simonsen sum verður makkari hjá íslendska Bjarna Hólmar Einarssyni hevur ikki sørar vónir um, at teir báðir kunnu vinna kappingina.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Boga Simonsen og Jákup Sørensen á FM1 ígjár.