Nógv fólk var samankomið, tá Tilhaldið Milum Bóla í Kollafirði lat upp mánadagin. Tilhaldið er í somu húsum, sum barnagarðurin Millum Bóla var í.
Annika Olsen, borgarstjóri, legði fyri við at siga, at yvirskipaða politiska málið hjá Tórshavnar kommunu fyri Heilsu- og umsorganarøkið er, at her skal vera gott hjá øllum at liva og virka í tryggleika og nærleika. Borgarar, sum eru komnir upp í árini, eru eitt tilfeingi, sum við tilboðum og átøkum verður røkt við somu virðing sum aðrir aldursflokkar.
Hon nevndi, at tá avgjørt varð at byggja nýggjan dagsstovn í Kollafirði varð avgjørt at selja Dagstovnin Millum Bóla. Men staðbundna nevndin í Kollafirði mælti staðiliga frá og mælti til, heldur at brúka húsini sum dagtilhald til eldri. Og endin varð, at býráðið samtykti at nýta húsini til tilhald, ítrív og annað.
Í apríl í ár heitti eldranevndin á kommununa um at skipa tilhald og heilsufremjandi tilboð í húsinum, eins og í Tilhaldinum í Nólsoy og í Tórsgøtu í Havn. Málið varð avgreitt og samtykt tann 20. juni í ár. Húsið varð ikki yvirtikið fyrrenn í juni, so atstøður hava ikki verið at fingið nøkur tilboð enn frá Kvøldskúlanum, men bæði pláss og møguleiki er fyri tí. Eg hoyri tit m.a. eru farin at tosa um maskinbinding.
Annika Olsen takkaði teimum, sum hava megnað at gera tað hugnaligt í Tilhaldinum fyri lítlar pengar, so tað er ein frægd at koma innar, og endaði við at ynskja øllum eini gleðilig jól og alt tað besta í komandi ári.
Jákup Dam, býráðslimur, greiddi frá um søguna hjá Tilhaldinum í Kollafirði. Hann vísti á, at tey eldru hava húsast undir truplum umstøðum í leigaðum hølum í bygdarhúsinum. Hesar umstøður hava hvørki verið nøktandi hjá fyriskiparum og ei heldur hjá brúkarunum.
Tilhaldið í Kollafirði byrjaði longu í 1988, og hetta var fyrsta tilhald av sínum slagi í landinum. Tað var Poula Christiansen, sum byrjaði hetta tilhaldið. Poula býr nú á Boðanesheiminum. Og í dag verður eitt klípi lagt afturat varðanum, sum Poula grundlegði fyri skjótt 30 árum síðani. Og við hesum klípinum verða umstøðurnar munandi betri hjá eldra ættarliðnum í Kollafirði.
Jákup Dam endaði við at takka øllum, sum hava viðvirka til, at hesin bygningurin varð umskipaður til tilhald. Politikkarum – bæði fyrr- og núverandi býráði, staðbundnu nevndini, starvsfólkum, og ikki minst teimum, sum hava staðið fyri arbeiðnum at fyrireika bygningin til tilhald.
Bergun Kass, forkvinna í Eldranevndini, rundaði av við at tosa eitt sindur um tað, at dentur eisini eigur at verða lagdur á - bara at kunna vera, ikki altíð at hava so nógv á skránni, men bara samlast og lata løturnar og dagarnar taka skap av sær sjálvum, tí vit hava alt lívið skula ‘innornað’ okkum, onkursvegna - á arbeidsplássinum, í familjuni, í bygdini og so framvegis, og nú er tíðin komin til at taka sær meira av løttum og njóta tilveruna og bara vera til staðar.
Og her kann man njóta løturnar saman við øðrum í somu støðu, - práta, kjakast, líta aftur á og reypa eitt sindur, segði Bergun Kass millum annað.