Nú hava 26 menn og ein kvinna fingið prógv

Talan er bæði um skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar

Í dag hava 27 lesandi fingið prógv á Vinnuháskúlanum í Havn. Talan er um 14 skiparar, seks skipsførarar og sjey maskinmeistarar. Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta er ein mannfólkaútbúgving vurtur av, tí av teimum 27, sum fingi prógv í dag, eru 26 menn og bara ein kvinna.

 

##med2##
Maskinmeistarararnir, sum fingu prógv, eru: Marcus Klementsen, Pól J. Justinussen, Benjamin S. Isaksen, Gilli N. Lorenzen, Johan H. Elingsson og Rói D. Wintereig.

Virðislønir fyri hægstu próvtøl fingu Johan H. Erlingsson, sum fekk ein grindaknív frá S.E.V og Gilli N. Lorenzen, sum fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum. Ídnisviriðslønina, fekk Benjamin S. Isaksen, og tað var eitt lummaur frá Skansi Offshore,

 

##med3##

Skipararnir, sum fingu prógv, eru: Búgvi Fagraklett, Karl Joensen, Christian S. Aakjær, Kaj M. Jacobsen, Martin S. Johannesen, Oddny M. Hanusardóttir, Bartal E. Andreasen, Dánial J. Hansen, Johan H. Hentze, Mikkjal A. Michelsen, Rúni Johannesen, Sørin Aagaard, Rúni Davidsen og Sørin Wardum.

Virðislønir fyri hægstu próvtøl fingu: Búgvi Fagraklett, sum fekk ein kikara frá P/F Thor, Karl Joensen, sum fekk eitt klokkusett frá Faroe Agency og Christian S. Aakjær, sum fekk eitt klokkusett frá Faroe Ship. Ídnisviriðslønina fekk Sørin Wardum, og tað var eitt lummaur frá Áhugafelagnum Antares, fekk Sørin Wardum

 

##med4##

Skipsførararnir, sum fingu prógv, eru Óli J. Müller, Richard Hansen, Sverri Dalsgaard, John Simonsen, Hákun Fríði Debes, Mortan Hansen og Oddbjørn Neshamar. John Simonsen manglar á myndini.


Virðislønir fyri hægstu próvtøl fingu Mortan Hansen, sum fekk eitt gullur frá A.P. Møller Mærsk og John Simonsen, sum fekk eitt klokkusett frá Betri Samtakinum. Ídnisviriðslønina fekk Oddbjørn Neshamar og tað var ein gáva frá Smyril Line.