Nú hava 18.000 føroyingar fingið góð boð

– Men 1.700 fólk fáa heldur keðilig boð um at teir skulu rinda meiri

Nú hevur Taks gjørt allan skattin hjá føroyingum upp fyri í fjør. Uppgerðin vísir, at hjá heili 21.242 fólkum passaði skatturin næstan upp á oyrað, og sostatt skulu teir ikki rinda meiri skatt – men hinvegin hava teir so heldur ikki goldið ov nógvan skatt sum tey nú fáa afturgoldnan.

Men afturfyri eru tað so heili 18.109 fólk, sum fáa tey góðu boðini, at tey hava goldið ov nógv í skatti, og sostatt fáa tey pengar aftur frá Taks. Tilsamans fáa tey slakar 52,3 milliónir aftur í skatti, ella heilt nágreiniliga, 52.483.355 krónur.

Tey, sum fáa tey keðiligu boð, at tey hava goldið ov lítið í skatti eru 1.708 í tali, og tey fáa eina rokning í næstum. Tilsamans skulu tey rinda 4.743.696 krónur afturat í skatti.

Eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær ikki útgoldnar og skyldar ein minni enn 100 krónur, verða tær ikki kravdar inn.

Annars eru tað eisini 7.175 skattgjaldarar, sum hava fyritøku, og skulu rinda B skatt, og í tí sambadi skulu teir lata sjálvuppgávu inn.