-Børn tykkara eiga ongantíð at kenna seg trygg!
Hetta vóru boðini frá snigskjúttanum, sum Chalres Moose, løgregluovasti í Montgomery las fyri fjølmiðlafólki, tá hann fyrrakvøldið kunnaði tey um tað seinasta, sum var hent í snigskjúttamálinum.
Ovastin vildi ikki siga, hvussu og nær løgreglan hevði fingið fatur á boðunum, men keldur innan løgregluna søgdu, at boðini stóðu í einum brævi, sum løgreglan hevði funnið.
Boðini frá snigskjúttanum elvdu til, at skúlamyndugleikarnir gjørdu av at steingja fleiri skúlar.
Nakrar fáar tímar frammanundan hevði snigskjúttin aftur latið frætta frá sær, tá hann skeyt ein 40 ára gamlan bussførara við Connecticut Avenue í Silver Spring. Maðurin varð raktur í bringuna og doyði á sjúkrahúsi tveir tímar seinni. Hóast løgreglan ikki hevði kannað kúluna, sum varð funnin í líkinum, tóktist eingin ivi vera um, at tað var snigskjúttin, sum hevði skotið bussføraran.
Í øðini
Umleið 1.000 fólk hjá løgregluni, samveldisløgregluni FBI og teirri serligu trygdartænastuni leita nú eftir snigskjúttanum, og javnan verða fólk biðin um at siga frá, varnast tey okkurt óvanligt. Men hóast løgreglan hevur fingið fleiri túsund fráboðanir, hevur eingin teirra givið nakað úrslit enn.
Fólk uttan fyri Washington eru ræðslusligin, men samstundis eru mong teirra í øðini um, at myndugleikarnir ikki megna at finna snigskjúttan. Tey flestu hava gloymt alt um bin Laden og Saddam Hussein, tí sambært løgregluni er tað ein av teirra egnu landsmonnum, sum nú er drápsmaðurin.
OFFUR SNIGSKJÚTTANS:
James Martin
Skotin og dripin á einum bilplássi í Wheaton í Maryland klokkan 18.04 mikudagin 2. oktober.
Sonny Buchanan
Skotin og dripin við Bethesda í Maryland klokkan 07.41 hósdagin 3. oktober.
Prem Kumar Walekar
Skotin og dripin á einari bensinstøð í Montgomery County í Maryland klokkan 08.12 hósdagin 3. oktober.
Sarah Ramos
Skotin og dripin uttan fyri eitt posthús við Silver Spring í Maryland klokkan 08.37 hósdagin 3. oktober.
Lorri Ann Lewis-Rivera
Skotin og dripin við eina bensinstøð í Kensington í Maryland klokkan 09.58 hósdagin 3. oktober.
Pascal Charlot
Skotin og dripin á Georgia Avenue í Washington klokkan 21.15 hósdagin 3. oktober.
43 ára gomul kvinna
Skotin og særd uttan fyri ein handil í Fredericksburg í Virginia fríggjadagin 4. oktober. Liggur á sjúkrahúsi.
13 ára gamal drongur
Skotin og særdur uttan fyri Benjamin Tasker Middle School mánadagin 7. oktober. Liggur á sjúkrahúsi.
Dean Harold Meyers
Skotin og dripin við eina bensinstøð í Manassas í Virginia mikudagin 9. oktober.
Kenneth H. Bridges
Skotin og dripin við eina bensinstøð í Fourmile Fork í Virginia fríggjadagin 11. oktober.
Linda Franklin
Skotin og dripin uttan fyri ein handil 16 kilometrar vestan fyri Washington D.C. mánadagin 14. oktober.
37 ára gamal maður
Skotin og illa særdur á einum bilplássi í Ashland í Virginia leygardagin 19. oktober.
Conrad Johnson
Skotin og dripin á einum bussstaði í Aspen Hill uttan fyri Washington týsdagin 22. oktober.