Nú hóttir hann aftur USA

Amerikonsku myndugleikarnir siga seg hava upplýsingar um, at al-Qaeda fyrireikar eitt álop á USA.

Um stutta tíð fer yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda at søkja at onkrum máli í USA.

Tað segði ein amerikanskur embætismaður við blaðið New York Times í gjár. Embætismaðurin segði, at USA hevur upplýsingar um, at al-Qaeda fyrireikar eitt álop, og at leiðslan í felagsskapinum er við í fyrireikingunum.

Sambært embætismanninum halda amerikanararnir, at Osama bin Laden er virkin framvegis, og at hann heldur til einastaðni í fjøllunum á markinum ímillum Afghanistan og Pakistan. Hann legði afturat, at fregnartænastan CIA er vitandi um, at bin Laden hevur havt samband við fleiri av sínum monnum, og at hann hevur biðið teir fyrereika eitt álop.

Fyrradagin segði amerikanski trygdarmálaráðharrin, Tom Ridge, at al-Qaeda fer at leypa á mál í USA í sambandi við forsetavalið í heyst. Sambært ráðharranum hevur CIA boðað frá, at valstríðið upp undir forsetavalið er eitt álopsmál hjá al-Qaeda.