Í mars mánað í ár vórðu tilsamans 925 milliónir golndar í lønum í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Tað eru slakar 50 milliónir meiri enn í mars mánað í fjør. Tá ið lønirnar settu met, var í desember í fjør, tá ið 984 milliónir vórðu goldnar í lønum.
Annars eru lønirnar støðugt hækkaðar hesi seinastu árini, men í fjør hæsaði vøksturin av og nú er at kalla stígur komin í, sigur Hagstovan.
Men gongdin vísir eisini, at munurin ímillum menn og kvinnur minkar. Í mars mánað í ár fingu menninir 585 milliónir av lønunum og tað eru 13 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Men kvinnurnar fingu 340 milliónir í løn í mars í ár, og tað eru 37 milliónir meira enn í sama mánað í fjør.
Kvinnurnar tjena framvegis góðar 245 milliónir minni enn menninir gera, men munurin hevur verið størri fyri einum góðum ári síðani, tí tá var hann góðar 300 milliónir á muni ímillum kynini
Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at í tænastuvinnuni hækka lønirnar framvegis, hóast lønirnar í privatu tænastuvinnuni minkaðu nógv eitt skifti í fjør, tá ið korona fór at gera um seg. Men í byggivinnuni og fiskivinnuni hækka lønirnar ikki longur, sigur Hagstovan.
Almenna tænastuvinnan er størsta vinnugrein í landinum, tí har vórðu 305 milliónir goldnar í lønum í mars í ár og privatu tænastuvinnurnar er næststørsta vinnugreinin, tí har vórðu góðar 277 milliónir goldnar í mars.
Í fiskvinnuni vórðu slakar 185 milliónir goldnar í lønum í mars og í byggivinnuni vórðu slakar 158 milliónir goldnar í lønum í mars.











