Nógvur vindur ymsa staðni kring landið

Kolandi stormur er á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, boðar Landsverk frá

Í dag verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi 13-18 metrar um sekundið. Tað verður skýggjað og regn, hóast tað seinnapartin fer at klárna í støðum, men ælini halda fram. 
Landsverk boðar frá nógvum vindi í dag, og summastaðni heilt upp til 37 metrar um sekundið.

Landsverk sigur soleiðis um koyrilíkindini:

Syðradalur - stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 25 m/s

Gjáarskarð - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 36 m/s

Kambsdalur - Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 26 m/s

Á Sandavágshálsi - Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s

Oyggjarvegur við Norðadalsskarð -  Kolandi stormur, í hvirlunum upp til 37 m/s

við Velbastaðháls - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 27 m/s

Sandoy, á Brekkuni Stóru - Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 25 m/s

Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 31 m/s