Nógvur vindur í væntu

Eitt rák av kaldari luft streymar inn yvir Føroyar av norðri og seinni eystri. Týsdagin mennist eitt veikt hátrýst væntandi yvir suðurnoregi, meðan eitt lágtrýst vestan fyri Skotland fer í ein útnyrðing vestan. Hósdagin fer lágtrýstið væntandi í ein sunnan og viknar.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og møguliga sólglittar, men framvegis okkurt vátaslettings ella kavaæl. Hitin millum 2 og 5 stig. Í kvøld og í nátt øtlar hann vindin av eystri í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Mest skýggjað og okkurt kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s, út á náttina øtlar hann vindin upp í skrið, 13 til 20 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Mikudagin

Strúkur í vindi upp í skrið av eystri, 13 til 20 m/s, sum út á dagin makar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Um náttina makar hann vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi, og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Skírisdag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar í lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt einstakt æl, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 5 stig, um náttina frost í støðum.

 

Langa fríggjadag

Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt æl, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 5 stig, um náttina frost í støðum.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av eystanættum, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt æl, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.