Nógvur vindur um jólini

Í morgun er liggjandi kavi, men tað er lítið, ið bendir á, at tað verða eini hvít jól. Harafturímóti er sannlíkt, at tað verður vindur og regn, ið fer at seta sín dám á jólahøgtíðina.

 

Veðrið í dag. Dagurin byrjar við hvøssum vindi, upp í 15 m/s, av útsynningi, við sterkum hvirvlum. Seinni í dag veksur hann vindin uppí skrið ella storm, 18-23 m/s.
Tað verður samdrigið við regn- og kavaælum og møguleika fyri heglinsælum og toran gongur. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og fimm stig.

 

Veðrið í morgin, tollaksmessudag. Upp í skrið av suðri og landsynningi, 13-18 m/s. Samdrigið og regn, hitin fer at liggja millum sjey og tíggju stig. Vindurin veksur upp í skrið ella storm seinni, 20-25 m/s.
Samdrigið og regn ella ælaveður.
Hitin fer at liggja millum tvey og fimm stig.

 

Veðrið jólaaftan. Upp í skrið ella storm av vestri, 20-25 m/s, sum seinni á degnum ella um kvøldið minkar niður í ein strúk í vindi, 13-18 m/s. Samdrigið og regn.
Hitin fer at liggja millum tvey og seks stig.