Veðrið í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn og hitin millum 2 og 6 stig. Seinnapartin øtlar hann vindin í skrið ella storm, 17 til 22 m/s, í hvirlunum upp í kolandi storm, 27 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur og heglingur og hitin millum 1 og 5 stig. Í nátt makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og kavaæl og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina øtlar hann vindin av landsynningi í hvassan vind upp í skrið, 15 til 20 m/s, móti morgni snarar hann í útsynning og øtlar vindin í skrið ella hvassan storm, 20 til 25 m/s. Samdrigið og kavaæl, um náttina nógv avfall. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Týsdagin
Strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, í støðum upp í storm, 22 m/s. Seinni makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s og um náttina snarar hann í ein landsynning. Fyrst skýggjað og vátaslettingur ella kavi, seinni samdrigið og kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig.
Mikudagin
Hvassur vindur upp í skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, skýggjað og sum frá líður nógv avfall, fyrst og fremst regn. Hitin millum 2 og 5 stig.
Hósdagin
Hvassur vindur upp í skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, út á dagin makar hann í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 7 til 12 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 3 og 6 stig.