Onkrar veðurstøðir máldu upp í einar 60 metrar um sekundið í nátt og tíðliga í morgun Illveðrið hevði millum annað við sær, at Studentaskúlin og Handilsskúlin á Kambsdali hevur avlýst skúlagongdina. Í morgun fór streymurin í Fuglafirði, og skúlin har avlýsti eisini alla skúlagongd í dag.
Smyril fór ikki av Tvøroyri klokkan 7 í morgun, og onkrar av bygdaleiðunum hava trupulleikar, og summar koyra ikki.
Veðurmenninir siga frá minni vindi út á dagin, men í kvøld veksur hann aftur upp í skrið.










