Veðurstovan DMI roknar við nógvum vindi í Føroyum mánadagin.
Vindurin veksur upp í 15-20 m/s mánadagin, og týsnáttina verður tað eitt skifti upp í storm, 23-25 m/s. Ættin verður landsynningur, og út á mánadagin fer at regna. Hitin verður millum 5 og 8 stig.
Vindurin minkar niður í 8-13 m/s týsdagin.










