Nógvur vindur líka til jóla

Fleiri djúp lágtrýst yvir Atlantshavinum fara í ein útsynning móti Ìslandi komandi dagarnar. Tilhoyrandi brúgvaløg við regni og vindi koma fram við Føroyum at útsynningi og vestri.

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Alt døgnið samdrigið og stundum regn, tám ella mjørki. Hitin um 10 stig. Í kvøld øtlar hann vindin í strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 12 til 17 m/s, og sum frá líður fer at regna. Í nátt hækkar hann í ein vestan og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, tað klárar í og hitin fellur til 6 til 9 stig.

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin og út á kvøldið lækkar í ein útsynning og øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður. Um náttina øtlar hann vindin í skrið til storm av suðri, 18 til 23 m/s, og tað fer at regna. Hitin millum 6 og 9 stig.

Týsdagin

Skrið ella stormur av suðri, 18 til 24 m/s, í hvirlunum hvassur stormur. Seinni makar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn, men sum frá líður samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig.

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.

Hósdagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.

Tollaksmessudag

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s, sum snarar í ein útsynning og sunnan og øtlar í skrið ella storm. 18 til 23 m/s. Út á dagin verður samdrigið og ælaveður, seinni eitt skifti regn. Hitin millum 5 og 9 stig.

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Alt døgnið samdrigið og stundum regn, tám ella mjørki. Hitin um 10 stig. Í kvøld øtlar hann vindin í strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 12 til 17 m/s, og sum frá líður fer at regna. Í nátt hækkar hann í ein vestan og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, tað klárar í og hitin fellur til 6 til 9 stig.

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin og út á kvøldið lækkar í ein útsynning og øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður. Um náttina øtlar hann vindin í skrið til storm av suðri, 18 til 23 m/s, og tað fer at regna. Hitin millum 6 og 9 stig.

Týsdagin verður skrið ella stormur av suðri, 18 til 24 m/s, í hvirlunum hvassur stormur. Seinni makar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn, men sum frá líður samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig.

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.

Hósdagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.

Fríggjadagin