Nógvur vindur í kvøld: Upp til 32 m/s

Landsverk boðar frá nógvum vindi ymsa staðir í landinum í kvøld.  Í eysturoynni á Heltnini við Oyndarfjarðarvegin er skrið og í  hvirlunum upp til 29 metrar um sekundið. Á oyggjarvegunum við Norðadalsskarð er eisini skrið, og í hvirlunum er upp til 33 metrar um sekundið. 

 


Á Sandavágshálsi í Vágum er  stívt andøvsgul, og í hvirlunum er upp til 26 metrar um sekundið. 

 



Í suðuroynni er eisini nógvur vinur og á Porkerishálsur er stormur, og í hvirlunum upp til 32 metrar um sekundið. Um  Ørðaskarð á Fámjinsvegnum er eisini stormur og har er upp til 27 metrar um sekundið í hvirlunum.