Tað hevur verið sera nógvur vindur í gjár, sum hevði nógvar stormskaðar við sær. Vindurin er nú minkaður og ikki verður eins nógvur vindur komandi dagarnar, men tað verður hóast alt fitt av vindi alíkavæl.
Eitt djúpt lágtrýst norðanfyri Ísland flytir seg í ein landnyrðing og hevur nógvan vind við sær av útsynningi og vestir umframt regn- og vátakavaæl.
Veðrið í dag. Í morgun verður upp í hvassan vind av útsynningi, 10-15 m/s, sum seinnapartin veksur upp í skrið, 13-18 m/s. Tað verður samdrigið og regn, við møguleika fyri heglinsælum og torusláttri. Hitin í dag fer at liggja millum trý og sjey stig, ið seinni fellur niður í millum eitt og fimm stig.
Veðrið í morgin, hósdagin. Strúkur í vindi av útsynningi og vestri, 13-18 m/s, sum seinni minkar niður í hvassan vind, 10-15 m/s. Samdrigið og regn, umframt vátakava- og heglingsæl. Hitin fer at liggja millum tvey og seks stig.