Árið 2009 var eitt sera gott ár fyri føroyskar tónleikaútgávur. Tað
staðfestir framleiðslufelagið Gramex.
Sambært fyribils tølunum, sum framleiðslufelagið Gramex hevur fingið, er
líkt til, at sjálv framleiðslan í 2009 var uppaftur betri enn í 2008.
Endaligu tølini eru klár í mars í ár.
Tað árliga útgjaldið úr framleiðslufelagnum, eisini nevndur
Gramex-grunninum, verður í februar/mars 2010.
-Eg fari, at heita á allar framleiðarar/produsentar, ið hava framleitt
fløgu ella DVD og haft fíggjarlig ábyrgd, um at senda váttaðan faktura
fyri, at framleiðslan er innflutt til móttakara í 2009, sigur Gissur
Patursson, umboðsmaður