Nógvur svartkjaftur í føroyskum sjógvi

Tróndur í Gøtu landaði 2800 tons av svartkjafti til Havsbrún í síðstu viku.

FISKIVINNA

Nógvur svartkjaftur er at fáa í føroyskum sjógvi, og stutt er at sigla.

Á Havsbrún í Fuglafirði siga tey, at føroysku svartkjaftaskipini, Christian í Grótinum, Tróndur í Gøtu, Krúnborg og Norðborg, royna øll á Munkagrunninum, og bert 10-12 tímar eru at sigla til lands.

? Nógvur svartkjaftur hevur verið at fingið í føroyskum sjógvi. Herfyri viðraði nakað illa, og tá minkaði fiskiskapurin, men nú fáa skipini aftur nógvan fisk.
Norðborg og

Tróndur í Gøtu
Í síðstu viku landaðu Norðborg og Tróndur í Gøtu í Fuglafirði. Teir høvdu ávikavist 1190 og 2800 tons. Hetta var tískil ein rættiliga góður túrur hjá Tróndi í Gøtu.

Mánadagin, tá ið vit frættu, var einki skip á Fuglafirði, men tey væntaðu Christian í
Grótinum ein av fyrstu døgunum. Enn hava teir ikki boðað frá landing, so ikki var heilt greitt, hvønn dag teir koma inn at landa.

? Møguliga koma onnur skip eisini, tá ið vikan fer at halla, siga tey á Havsbrún í
Fuglafirði.