Nógvur skattur í januar

Landskassin fekk nógv meiri í skatti og avgjøldum í januar enn í sama mánað í fjør. Landskassin fekk 242 mió. krónur í skatti og avgjøldum í síðsta mánað, 112 mió. krónur í skatti og 130 mió. krónur í avgjøldum. Tað er 18% meira enn í januar í fjør.

Í januar var A-inntøkan hjá føroysku skattgjaldarunum 607,5 milliónir, og tað er eisini 18% meira enn í januar í 2006.

Til samanberingar kann nevnast, at í januar 1997 var A-inntøkan 324 mió. krónur ella ein góð helvt av tí, sum hon var í síðsta mánað.