Nógvur seyður á vegnum

Hetta er tíðin tá seyðurin vanliga er farin av bønum og niðan í hæddirnar. Men høgættin og kuldin, sum liggur um landið, ger at eingin gróður er í erva og seyðurin vil tíðskil illa niðan frá. Hetta ger at nógvur seyður er við vegjaðaran.

Serliga smálombini duga illa at ansa sær, og eru tí vandamikil í ferðsluni, vandi er fyri bæði fólki og fæi, tí heitir bóndafelagið nú á bilførarar um at koyra varliga.

Bóndafelagið sigur í tíðindaskrivi, at tað er ein stórur fíggjarligur smeitur hjá bóndum at missa seyð. Nógv vólk vita ikki av, at ábyrgdartryggingin tekur við, tá ein koyrir seyð yvir. Tí halda tey sær aftur við at melda óhappið. Tí tey eru bangin fyri bonustapi. Men slíkt ávirkar ikki bonusið. Tí heitur bóndafelagið á óhepnu bilførararnar, um at boða tryggingini frá, so bóndin kann fáa sítt endurgjald.