Nógvur roykur í tunnlinum

Sløkkiliðið í Klaksvík varð boðsent til eldsbruna í tunnlinum til Hvannasunds, men talan var var um øðrvísi nýggjárshald

Nýggjársdag um hálvgum fimm tíðina vóru eftir sløkkiliðnum í Klaksvík.

Orsøkin var, at nógvur roykur var í norðara enda á tunnlinum til Hvannasund.

Líkindini at koyra mánadagin vóru út av lagi vánalig, tí nógvur krapi var á vegnum. Tveir bilar hjá sløkkiliðnum komu tó fram, men tá var roykurin burtur, og eingin eldur var nakrastaðni.


Heksaýl

Orsøkin til nógva roykin var tó funnin, tí onkur hevði havt fragd av einum øðrvísi nýggjárshaldi í norðara borðoyartunnlinum.

Ein pakki av teimum larmandi heksaýlunum var brendur av í tunnlinum, og tað hevði nógva roykin við sær.

Fólk, sum komu í tunnilin stutt eftir hetta, vóru illa við av nógva roykinum í tunnlinum og boðsendu tí sløkkliðnum.