Klokkan 7.40 í morgun ringdu bilførarar til politiið og boðaðu frá, at so nógvur roykur var í Kaldbakstunlinum, at teir noyddust at venda útaftur. Samstundis boðaði førarin í einum líltum lastbili frá, at motorurin í bili hansara varð brunnin saman. Hann var á veg suðureftir.
Hann kundi koyra út úr tunlinum sjálvur og sløkkja motorin, áðrenn eldur kom í.
Sløkkiliðið í Havn varð tó biðið um at koma.
Tað tók bara eina lílta løtu at lufta tunnilin út.