Fyri einum lítlum hálvum tíma varð boðað frá, at tað var eldur í á Brennistøðini á Hjalla.
Tað var rættiliga nógvur roykur, so sløkkiliðið varð boðsent.
Á løgreglustøðini siga tey, at tað er onkur, sum hevur burturbeint gamalt bjargingarfýrverk, men sum hevur latið brennistøðini tað saman við vanligum burturkastið.
Talan var um roykrakettir, sum fólk, sum koma í havsneyð, skjóta og sum gera serstakliga nógvan royk, sum er sæst langan veg hjá leitingar- og bjargingarliðum.
Tá ið roykrakettirnar so er endaðar í ovninum á Brennistøðini, hevur tað fest í, og tað gjørdi so nógvan royk, at boðað var frá eldi.
Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, men tá ið tey sóu, hvat var á vási, var bara at pakka saman aftur.
Á brennistøðin taka tey fegin ímóti fýrverki, men tað skal IKKI latast inn saman við tí vanliga burturkastinum, tí tað er alt annað enn vandaleyst at eldur kemur í fýrverk.
Tvørtur ímóti skal tað latast inn fyri seg, so at tey fáa burturbeint tað soleiðis sum fýrverk eigur at verða burturbeint.










