Nógvur roykur


 

Klaksvík: Sløkkiliðið í Klaksvík varð seinnapartin týsdagin boðsent til bedingina, har illgruni var um, at eldur var í rækjutrolaranum, Sjúrðaberg, sum JFK eigur.

Her var tó talan um nógvan royk, men ongan eld.

Sjúrðaberg er til umvælingar á bedingini í Klaksvík, og nógvi roykurin frá skipinum komst av, at motorurin varð settur í gongd.

Sløkkiliðið í Klaksvík fekk sostatt ein róligan kaitúr burtur úr neyðsendarboðunum.