Nógvur roykskaði

Enn er óvist, hví eldur kom í eini sethús í Klaksvík sunnumorgunin

Beint fyri klokkan ellivu fyrrapartin sunnudagin kom eldur í eini sethús á Víkavegnum í Klaksvík.

Sløkkiliðið í Klaksvík var skjótt á staðnum, og eftir einum góðum korteri høvdu teir fingið tamarhald á eldinum.

Eldurin kyknaði í einum rúmi í niðaru hæddini, og alt er brent innan úr hesum rúmi. Eldurin breiddi seg nakað í niðaru hæddini, men hevur ikki gjørt so nógvan skaða í ovaru hæddini. Men stórur roykskaði er um øll húsini.

Fólkini, sum búgva í húsunum, vóru á veg av húsum, tá ið tey varnaðust eldin í niðaru hæddini. Eingin fólkaskaði var.

Enn kann einki sigast um orsøkin til eldsbrunan. Tað er uppgávan hjá løgregluni at kanna eldsbrunan og fáa staðfest orsøkina til hann.